Jump to content

Vaagen

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 4, 1894.

Lag: fordi drog Ebbe ....

1.
Eg fór mær til Íslands í fjör,
— tað hevði eg ætlað so leingi —
at vinna mær pening og síggja meg um
sum aðrir dugandi dreingir:
Men fram rann »Vaagen«, yvir hav,
hon mangan vin fördi.

2.
Dreingir og gentur í hundrað-tali,
ta ferðina skuldu gera,
alt bleiv puttað í lastina niður;
so trongligt mundi har vera.

3.
Lögdu teir útav Fuglafirði,
og haðani út í hav,
so hög gekk aldan í Djúpunum tá,
at snútin fór Jangt undir kav.

4.
Havið tað var, sum tað var vant,
tað var naka gruggugt at sjá.
Kuldin inn at beini neyt;
hann norðan úr ísinum lá.

5.
Tá íð vit nærkaðust Seydisfirði,
tá var eg í ringum hýri.
ísurin gnaddar á ymsi borð,
hapn stoytur í stevni og stýri.

6.
Strevaðist eg í Íslandi tá,
og vann sum eg kurjdi mest;
og so skuldí eg við »Vaagen« fara
til Förjar aftur tað heyst.

7.
Skipið tað var so pakkað við fólk,
eg ógvist yvir tað enn,
og har lá hvört um annað vaft
bæði posar, kistur og menn.

8.
Lögdu teir út av firðinum tá
— hon mundi í báruna snýsa —
tá, ið vit komu á dalatangan,
stóð havið í andarisi.

9.
Hörð kom ódn av útnorðingi,
so hvassir vóru teir vindar;
himmal og hav runnu saman í eitt
og brot sum fjalla-tindar,

10.
»Vaagen« hon rennur á havinum fram,
hon kastast á ymsar kjálkar.
Bylgjan sprænir í gaffil og rá,
hon brestir í plankar og bjálkar.

11.
»Vaagen« hon rennur á villum haví
og hæddin var ei at hitta,
har sást hvörki stjörna ei sól
og »logg« var til onga nyttu.

12.
Myrk var náttin og ódnin var hörð,
vit hopast at sleppa í havn,
tað fyrsta, eg fekk eyguni á,
var meitilberg, beint fyri stavn.

13.
Ódnin dreiv á landið inn
og brimið í bergirium hongur;
súgurin holar at botni niður,
og skútan í blámanum gongur,

14.
Ódnin dreiy á landið inn,
har var so mikil vandi;
um ankerið fast í Íslandi stóð,
tað tók ikki frá aftur landi.

15.
Hýrin, ið har á skipinurn var,
um hann vil eg einki orða,
ætli hann sjálvur, ið vandan kennur,
hvussu til stóð innan borða.

16.
Lögdu teir hana við blámanur framm;
hon gongur í trongum rúmi;
bylgjan brýtur á bæði borð,
so mastrarnar vaða í skúmi,

17.
Hon rann bæði við damp og segl,
og tað bæði yvir og undur;
hevði tað verið eitt veikari skip,
so hevði tað liðað seg sundur.

18.
Lukka so fatti tey fingra bein,
so væl kundu skipinum stýra;
eg vil ei banna tann ódnar storm,
á seglini mundi fira.

19.
Har sást ei annað enn brim og berg,
har var hvörki lón ella möl,
var skútan nærri landi, ein favn,
so mól alt sundur i mjöl.

20.
»Vaagen« hon froysur við berginum fram
— har talaðist ikki eitt orð —,
maskinan helt, og seglini hildu,
og sterk vóru skipa-borð.

21.
Maskinan hon var úr Svenskum stáli,
so mangur hevur tí bannað;
tað er tolið, og tað er hvast,
sum mangur maður má sanna.

22.
»Vaagen« hon rennur mót tanganum fram,
og enn er hon a tí bleyta;
væl so hildu tey Norsku segl,
væl drigin við sterkum skeyti.

23.
»Vaagen« hon rennur um tangan fram,
og burtur var allur vandi;
signaður verði tann Förjaklettur,
so væl har lívdi av landi.

24.
Signað so verði hvört viðasprek
og so hvör boltur og nagli;
góðlukka hendi teg, »Vaagen« öll,
við tínum togum og takli.

25.
Takka vit »Vaagen« tí góða skipi,
sum okkum bar millum landa;
takka vit »Vaagen« tí Norsku skútu,
sum okkum bar burtur úr vanda.
Men fram rann »Vaagen«, yvir hav,
hon mangan vin fördi.