Várlátur (Randaðu rósur)

Frá Wikiheimild
Jump to navigation Jump to search

Yrkjari: Janus Djurhuus (1881–1948)


Randaðu rósur
roðandi vín,
lættur og ljósur
var láturin tín.

Várvökur veitti
tú villandi dreym,
øran meg tveitti
í sólgyltan streym.

Væl angar lyngur
um várkystu grund;
hindlætt tú springur
til favnhollan fund.

Ljósareytt lyngur
litaði ong;
stjörnkvirrur kringur
um signaðu song.

Tá randa rósur
roðandi vín,
lættur og ljósur
er láturin tín.

Keldur[rætta]