Um føroyingars framsýningferð til Bergen 1898
Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Fuglaframi, nr. 22, 1899.
Lag: Ja, vi elsker dette landet
Boð frá Bergen út man ganga,
út um allan heim,
yvir oyar, havið langa,
bjóðar inn til gleim:
komið, komið her og síggi,
her vit hava mangt,
|: váras vinnuvegir nýggji
út um heim vit lýsa langt. :|
Føringar tað boðið frætta,
flyta oy av oy,
snúnir sær í sessi lætta,
taka sær um reigj,
búgva skip til út at sigla,
tinga seg um borð,
|: »Egil«, krøkin sum ein igla,
pløgir havið ei ger spor. :|
»Føringur« og »Egil« bæði,
flytja fólk um hav,
brúka nú hit gamla lagi
áðrenn folkið svav,
áðrenn »dadda« fór at vagga
Føringin í svøvn:
|: fyrr vit sigla nú enn ragga
upp um fjøll frá høvn til høvn. :|
Yvir gamla norska havið
skútan rennur fram,
nykarhøvd í skeggi vavið
rópar: for tann skamm,
ah! tín svøvnur, Førjagarpi,
skunda tær avstað,
|: síggj hvat Norðmaðurin snarpi
hevur fingið nú í lag. :|
Brim á norskum flúrum skolar,
tarin heilsar blítt,
út og inn í súgi holar,
skiftir litir títt,
meðan skútan broddin sjaggar,
setur skúm við stavn,
|: inn um oyar, merkið flaggar,
breiðír Vaagen vítt sín favn. :|
Ja, í Bergen, har var frøði,
frintligt fólkið var,
spardi okkum ínanga møði
tá vít vóru har;
ja! teir skyldmenn sínar ærdu,
tað vit gloyma ei,
|: okkum sýndu teir og lærdu,
lærdu røttu framburðs leið. :|
Eftir rennistreingi fýkur
vogn' við huldukraft,
eingin maður fyrr fannst slíkur,
veldi slíkt fekk haft,
sum á magnatráðnum rennur,
tjúgu mílir langt,
|: sterkt og kalt, men tó tað brennur,
ja, teir menn, teir vita mangt. :|
Sverra-borg enn blómur elur,
vermir Førings barm.
Alt slær til, sum søgan telur,
um tann forna larm.
— Er enn Sverra-borg í brotum,
Hákun-høllin enn
|: stendur bygd mót ørvaskotum,
minnið vekir Førjamenn. :|
Minnir djúp her vóru borin
heim av Noregsferð,
djúpt í minnisteinin skorin
verða tey vist her.
Tøkk av øllum okkum eiga
hesir ferðamenn;
|: teirra ferð vil saman leiða
frændir, brøður ein gang enn. :|