Um eg kundi kvøðið

Frá Wikiheimild
Jump to navigation Jump to search

Yrkjari: Janus Djurhuus (1881–1948)


Um eg kundi kvøðið
hjartalongsil mín,
allar duldar sangir,
elskaða, til tín,
elskaða, til tín.

Um eg kundi grátið
eina náttarstund,
meðan blíðir andar
tær veittu sælan blund.

Grátið kvirt og leingi,
vakna ikki, fljóð,
yvir fornar fannir
vil eg gráta slóð.

Gráta fram tær blómur,
horvnar undir snjó,
elskaða, tær anga, -
tær nørdu hjartablóð.

Um eg kundi teskað:
Vakna, álvan mín,
summarsblómur fríðar
græt eg fram til tín.

Tá mær vildi bleika
sorgarbrosið títt
- ljósnandi umsíðir –
lovað summar nýtt.