Jump to content

Sverras ríma

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 11, 1896.

Lag: Herr Zinclair drog over salten hav.

I Kirkjubö ein skúli stóð,
a egnu grund var settur,
og mangan góðan mann uppdróg,
var högt i heimi mettur.
Men hvat dugi eg,
sum allvegis fjónaður eri.

Upp vaks Sverra í Kirkjubö,
á skúlanum har hann lærdi,
at skúlin stóð á so tryggum stöð,
tað fáur maður vardi.

I Kirkjubö ein högan veg
á skúlanum Sverra gekk,
var Föringur likasum tú og eg,
men ólika læru fekk.

Hann lærdi Vulgata og brövini öll,
latínska lög og rættir;
til hermannaleikir hann fór um völl,
vit sakna teir dýru skattir.

Hann fór til fjalls á högan knút,
seg upp um ennir krökti;
hann gjðrdi bátar, róði út,
og bjargafuglin sökti.

Hann hevði ikki verið av Förjajörð,
men so gott hevði hann treysti,
at hann tók Norregi inn við svörð,
bleiv kongurin ein hin besti.

Norregi tók hann við harraskjold,
tað var hann borin at arva,
og Erling Skáka, súm stýrdi við vold,
hann mátti nú springa av knarva.

Erling Skáka, sum tiltikin var,
so víða, sum Kringlan var drigin,
tá honum saman mót Sverra bar,
hvörja ferð bleiv hann sligin.

Í havið leyp Magnus Erlingson,
hann skuldi mót Sverra herja,
og Valdimar Sigur í Donsku lon
var ikki maður at verja.

Tann Danska flotan við valdum lið,
teir tvær ferð mót Sverra sendi;
har summir fullu, hann summum gav grið,
so hámir teir heim aftur vendi.

Tann maður, sum Danska flotan dreiv
og fólkið drap og sardi,
hann her i Förjum borin bleiv,
í Kirkjubö hann lærdi.

Tá, ið Magnus og Erling hövdu lívið spillt.
illt var við at gerða,
hann Svinapetur tey boð so snilt
lat fram í Bergen bera.

Tíðin hon goymdi teir viðgitni menn:
Sverra og Svinapetur,
tó nælir her grönskan í Förjum enn,
nú grör eftir langan vetur.

Tit, Föringar, minnist og gevi ans
og fedrarnar ikki svíki,
í Fórjum ein kongur er vaksin til manns
og fáur var hansara líki.
Men hvat dugi eg,
sum allvegis fjónaður eri.