Nú er tann stundin

Frá Wikiheimild

1. Nú er tann stundin komin til handa
á hesum landi,
at vit skulu taka lógvatak saman
máli til frama.

2. Illa er nú við Føroya máli vorðið,
annaðhvørt orðið,
ið nú berst av munni á munni av køllum og kvinnum,
í útlendskum rennur.

3. Er tað ikki skomm, at várt móðurmál kæra
so illa skal fara
og burtur rekast sum avdeyðahundur
og týnast so sundur?

4. Skulu vit nú aftur undir lúta
sum áður fyri fúta!
og taka mót treytum, teir á okkum leggja;
er slíkt fyri seggir?

5. Hoyr, latum okkum tó mót útlendskum ganga,
tað sláa undir vanga;
útnyrðingur skal tað av landinum føra
- sum sápubløðra!

6. Latum tað kennast á okkara talu
sum sól eftir æli,
at burtur er rikin tann fremmandi arvi;
lat tað vera starvið!

7. At fremja ta sak latum oss allar royna,
bæði moyggjar og sveinar,
í kirkju, á ting seta málið við gleði;
til tess leggið megi.

8. Teir edilingar av Noregi troddu,
tá ið Haraldur ráddi,
og ei vildu lúta undir hansara hondum,
men stýrdu frá londum.

9. Á Føroya landi teir fótinum festu,
teir garparnir reystu,
so fríir sum villini fuglar við gaman
livdu teir saman.

10. Enn kann tað teljast á okkara ennum,
hvaðan rótin rennur,
frá hjartanum sama blóð streymar við stinni,
sum í Noregi á sinni.

11. Latum okkum minnast, so leingi vit anda,
hvar vøggan mundi standa;
minnast á gávuna, teir okkum góvu:
norðanmáls ljóðið.

12. Ein kvistur spretti av góðum runni,
gekk tó ei á lunni;
av norrønu tungu rann Føroya málið
so hart sum stálið.

13. Um fornkempur nú vildu vitjað aftur,
vit kundu staðið fattir
og svarað, at aftur hevði fingið ljóðið
tað málið, teir góvu.

14. Tí um enn tað einaferð var so vorðið,
tað var rikið frá borði,
og hoyrdist ei uttan í einumhvørjum skoti,
var illa brotið,

15. so hevði tað nú aftur yvirlutan fingið
í kirkju, á tingi,
í hvørjum føroyingi tá tyntist fyri degi,
øðrar skulvu av gleði.

16. Tá skuldu teir okkum so vinaliga
tey orðini siga:
“Takk, synir og døtur! Tit arvin ei gloymdu,
men trúliga goymdu.”

17. Hvílið tit kvirrir, fornir abbar,
Noregis kappar;
Føroyingar ei ta skomm skulu eiga
úr ætt at bregða.