Nú er tann stundin
- Nú er tann stundin komin til handa
á hesum landi,
at vit skulu taka lógvatak saman
máli til frama.
- Illa er nú við Føroya máli vorðið,
annaðhvørt orðið,
ið nú berst av munni á munni av køllum og kvinnum,
í útlendskum rennur.
- Er tað ikki skomm, at várt móðurmál kæra
so illa skal fara
og burtur rekast sum avdeyðahundur
og týnast so sundur?
- Skulu vit nú aftur undir lúta
sum áður fyri fúta!
og taka mót treytum, teir á okkum leggja;
er slíkt fyri seggir?
- Hoyr, latum okkum tó mót útlendskum ganga,
tað sláa undir vanga;
útnyrðingur skal tað av landinum føra
- sum sápubløðra!
- Latum tað kennast á okkara talu
sum sól eftir æli,
at burtur er rikin tann fremmandi arvi;
lat tað vera starvið!
- At fremja ta sak latum oss allar royna,
bæði moyggjar og sveinar,
í kirkju, á ting seta málið við gleði;
til tess leggið megi.
- Teir edilingar av Noregi troddu,
tá ið Haraldur ráddi,
og ei vildu lúta undir hansara hondum,
men stýrdu frá londum.
- Á Føroya landi teir fótinum festu,
teir garparnir reystu,
so fríir sum villini fuglar við gaman
livdu teir saman.
- Enn kann tað teljast á okkara ennum,
hvaðan rótin rennur,
frá hjartanum sama blóð streymar við stinni,
sum í Noregi á sinni.
- Latum okkum minnast, so leingi vit anda,
hvar vøggan mundi standa;
minnast á gávuna, teir okkum góvu:
norðanmáls ljóðið.
- Ein kvistur spretti av góðum runni,
gekk tó ei á lunni;
av norrønu tungu rann Føroya málið
so hart sum stálið.
- Um fornkempur nú vildu vitjað aftur,
vit kundu staðið fattir
og svarað, at aftur hevði fingið ljóðið
tað málið, teir góvu.
- Tí um enn tað einaferð var so vorðið,
tað var rikið frá borði,
og hoyrdist ei uttan í einumhvørjum skoti,
var illa brotið,
- so hevði tað nú aftur yvirlutan fingið
í kirkju, á tingi,
í hvørjum føroyingi tá tyntist fyri degi,
øðrar skulvu av gleði.
- Tá skuldu teir okkum so vinaliga
tey orðini siga:
“Takk, synir og døtur! Tit arvin ei gloymdu,
men trúliga goymdu.”
- Hvílið tit kvirrir, fornir abbar,
Noregis kappar;
Føroyingar ei ta skomm skulu eiga
úr ætt at bregða.