Jump to content

Nakað lítið um Transválbardagin 1899–1900

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Fuglaframi, nr. 13, 1900.

Lag: Brúðarvisan

Ein dekans svongd yvir Chamberlain kom
mót árinum nítjanhundrað.
Hann sat úti á eini fjallatrom
so hálur sum nøkur flundra.
So mjúkur og lúnskur um heimin hann sá,
hann vildi alt eta, fyri eygum lá,
fyrr skuldu kanónirnar dundra.

At metta tam mannin, stóð ikki til,
í hvat teir so fyri hann settu,
bæði hold og hár, bæði indir og vil,
bæði fólk og lond teir flettu.
Teir førdu úr Danimark egg og smør,
rørdu saman við hveitu av Onglands jørð,
tó føldi hann sær ikki mettu.

Úr Kina te, úr Canada kóp,
úr Kimberley diamantir,
úr ymsum londum bæði skav og sóp,
— alt veiddu teir líka galantir —
bæði India úrtir og blámanna blóð
og hvíting úr Føroyum, men einki forsló,
hvat veiddist um allar kantir.

Transwål, Transwål! Cecil Rhodes skar i,
Transwål, Transwål mín vinur!
Transwål kann metta i langa tíð,
— sit nú ikki har so linur.
Ti her eru skriður og gilini full,
tað igir og raplar tað reina gull
til geniur og zechinir.

So samla teir saman i Onglandi fólk
við spjøldrum, riflum og sliðra,
gott tvey hundrað túsin teir reka í bólk
mót Afrika teir so stýra,
teir Boar, sum eiga tað feita Transwål
á teimum vilja vit gera gott kál,
so fita vit okkum sum líra.

Nú eru liðin nett tríhundrað ár
siðan Boarnir landið bygdu,
tann jørð hevur drukkið bæði blóð og tár,
hvat land teir enn sær trygdu.
Fyri Onglandi fingu teir ongastaðs frið,
sum rovdjórið harða, ið ei gevur grið,
teir Boarnar undan sær stygdu.

I átjanhundrað og seks Capetown
frá Boarnum teir tóku,
og rendi á teir John Bull og Klown
millums Hottintottar teir róku,
og haðan til Kaffarnar í Natal
og so til Oranje, men síðst til Transwål,
alt Boanir undan óku.

Matabelaríki hitt stóra har
sum múrur mót norði stendur,
ei longur vegurin opin var.
Sum seyður, íð saman er rendur,
har Boarnir livdu í tvingsil og stríð
til Gladstone hin gamli, hann slepti teim frí.
Nú sakin alt annarleiðs vendur.

Nu skulu teir aftur í trælaband,
tí Chamberlain gullið vil hava,
sum Harrin legði í Boara land,
tað Ongland vil undir seg grava.
Bæði Jamison, Rhodes og Chamberlain
teir brýggja og mjølva som óðir menn,
hvør mest kann undir seg skava.

Men ætlan kann bresta og hon brast har,
so løtt skuldi ferðin ei ganga.
Fyrst Tugela áin á vegnum var,
um hana var ilt at ganga,
hart Buller hann brølar mót Spions Kop,
men slapp ikki um tann fjallatopp,
og Joubert lat seg ikki stanga.

Hin langi Methuen royndi við
um Modderánna at leypa,
men hann fekk pokkurs afturstig,
alt eingilsku bløðini reypa,
teir skotsku unglingar herjaðu á
men mangur bar har ikki boðini frá,
hvør fegin sít lív vildi keypa.

Fyri hús og heim, fyri barn og vív
og alt, hvat teir heilagt halda,
teir fámentu Boara verja sítt lív
og føra ei verjuna fjalda,
men ein móti tíggju nú árið í ring
so væl hava vart seg við blóðrodda sting,
tað Albions unglingar galda.

Gull altarin bognar av unglinga blóð,
tað fløðir um offurs kálir,
um Chamberlain sjálvur við hornið stóð
og taldi upp líkam og sálir;
tað mátti væl rørt ein normalan mann,
men einki sýnist at røra við hann,
enn letist hann líka hálur.

Tað Gongurólvs blóði tað svíkur teg ei,
tú Krüger i Boara landi,
væl er hon slítin tín æviskeið,
tó harður hekk yvir tær vandi.
Síðan Turkara-Hunnara-Vandalastrok,
hevur fáur í heiminum liðið slíkt ok,
sum tú undir eingilskun bandi.

Sum tú, titt fólk hevur liðið skart,
men fosturlandsalskurin brennur;
við mannsins lið striðist konan hart,
hvar blóðið á vøllunum rennur.
Fyrr letur hon kúlurnar bora sín barm,
enn hon vil lata so hefta sin arm,
tí Albions bandið hon kennur.

Hvat Leonidas áður gav fyri sítt land,
nú Boarnir gera har eftir,
men Ongland tað loysir hvørt posaband,
so gullið á altarin dettur,
milliardir av krónum, og túsintals mans
góðviljugir ofra, men geva ei ans,
hví Chamberlain ikki fæst mettur.