Nýársheilsa frá Føringatíðindi

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 1, 1894.

Lag: Bor jeg paa det høje fjæld

Fróðligt nýár ynski eg öllum teimum, sum meg vilja styðja og halda,
og, so teimum lovi eg: Eg skal vælviljan aftur teim galda.
»Reinförheitin er ein dygd«, segði kerlingin: á nýári serkin hon vendi.
Alt, eg veit, av bý og bygd: nyttugt, vakurt og nýtt tykkum sendi.
Eg veit, soti vinurin mín, um fólk og lond og hav og rin.
Alt, eg eigi, er tær unt, ja, mangt stuttligt eg goymi til tín.