Nú hvíld er yvir bygd og bý

Frá Wikiheimild

Av Bernhard Severin Ingemann (Fred hviler over land og by). Andrias Christian Evensen týddi.

1. Nú hvíld er yvir bygd og bý,
dagsstrevið enda fær;
blítt mánin brosir til sítt ský,
til stjørnu stjørna sær.

2. Og havið kyrt og silvurbjart
tók himin í sín favn;
tú bát at landi koma sært,
hann prísar Harrans navn.

3. Á jørð, í himnum kvirt er nú
og friður víða hvar;
tú stillist við, heimleysi tú,
ið býrt í barmi mær.

4. Um einhvør sál teg skilir ei,
o, hjarta, blíðka lund,
í kvøld tann friðareingils leið
gár yvir bygd og sund.

5. Sum tú hann er á fremmand' gátt,
í himni eigur bú,
men tó í stillu stjørnunátt
hann dvølst nú her sum tú.

6. Tín aftansong av honum kenn:
Hav frið á jørð, hvør sál!
Um gøtan skilst, er okkum enn
Guðs himin eittans mál.

Kelda[rætta]