Jump to content

Nólsoyar-Páll

Frá Wikiheimild
Sí eisini Rithøvundur:Nólsoyar-Páll

Av Símun Mikal Zachariassen. Úr Fúglaframi, nr. 13, 1900.

Stíg á gólv við fastum stevi,
væl skal ríman falla
um ein merkis Føroya mann,
sum Nólsoyar-Páll vit kalla.

Niðurlag:
Haldið fast, Føroya menn, verjið móðurmál,
sum í forðum tíðum gjørdi Nólsoyar-Páll.

Gott var alvi í hansara kroppi,
snarpur var hann í sinni,
tók hann til síni ódnartøk,
hann var ikki lættur at vinna.

Hann læt ikki sínar røður falla,
tó hann andstrym kendi,
ikki var dælt at halda fram,
tá íð hann undan vendi.

Føroya mál og Føroya siður
líktist honum sum best,
kundi greiða frá fornum søgum
betri enn fólkið flest.

Vinarsælur sum trøllið trútt,
álítis maður í vanda,
manga fór hann ógreidda gøtu
bæði á sjógv og landi.

Høvdið klárt og hjarta lætt,
tungan skørp sum eggjar,
sinnið frítt og edilborið
— rætt sum Gøtuskeggjar.

Heppin í hond, á fótum fimur
snarur hann kann sær at venda,
Sum eg havi málað hann her
var hann í Føroyum kendur,

At lutin lítla Føroyingar fingu,
sá hann gjørla væl;
aðrir sankaðu kistir fullar,
sum flyttust yvir hav.

Hann stríddist fyri Føroya landið,
bar fríheits merki á skjoldum;
ymis gongur søgnin frá,
hvør bani hans var voldin.

Nú eiga Føroyingar skipaflota
og hartil handil frían,
prúðar kvittra skúturnar
á havinum um so víðan.

Men tá ið vandi er fyri hond,
og skýggini krógva sól,
tá má tørvast Føroyalandi
menn sum Nólsoyar-Pól.

Tídin dvøljist ikki við —
liðin eru hundrað ár,
síðan reysti Nólsoyar-Páll
fekk sítt banasár.

Tó hansara minni livir enn
ímillum Føroya fjøll,
vit goyma tað á skipaflota,
í smáttu sum í høll.

Vit gloyma ei, men goyma væl
— vert er at leggja í minni —
tað, hann, reysti Nóloyar-Páll,
inti út á sinni.

Niðurlag:
Haldið fast, Føroya menn, verjið módurmál,
sum í forðum tíðum gjørdi Nólsoyar-Páll.