Mín sorg

Frá Wikiheimild
Jump to navigation Jump to search

Yrkjari: Janus Djurhuus (1881–1948)


Mín sorg er ein kvinna so marmorbleik,
hon stendur á brimbørdum strondum,
hon hoyrir stormanna villa leik
og dans á fjallbygdum londum.

Tá flagsar í vindinum náttmyrka hár,
og snarljós úr eygunum fljúgva:
"hvat leingi vilja tit, vónleysu ár,
sum svangir ormar meg súgva?

Statt upp, bleiki vinur, úr vátu grøv,
og kvøð um tær følnaðu urtir,
og dansa við mær yvir stynjandi høv,
til vit hvørva í mjørkanum burtur.

Tá skalt tú mær kvøða so trølsligt eitt ljóð
sum dvørgur í homrunum grætur,
sum fylgjan í gjáunum grenjar óð
tær stormandi vetrarnætur.

Tá skalt tú mær spæla so trølsligt eitt lag
sum norðlanda ódnar náttin,
tá ravnurin høgt í berginum kvað
yvir manni, sum oman er dottin."

Mín sorg er ein kvinna so ísnandi køld,
eitt marmorbleikt andlit at skoða,
ein vølva, sum úr eini horvnari øld
vil frá eini komandi boða.