Kópakvæði

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Jógvan Dánialsson (Kvívíks Jógvan).

1.
Gevið ljóð og lýðið á,
leggið væl í minni,
meðan eg kvøði um kóparnar
í Mikladali á sinni.

Niðurlag:
Her er gott at dansa!
Stovan hon er nýggj,
stokkar eru av stáli gjørdir,
takið er av blýggj.
Her er gott at dansa!

2.
Tað var áður í fyrndini
har av gekk nógv hól
kópar hildu dans og spæl
saman um gomlu jól.

3.
Bóndin úti á Sunnanágarði
tekur til orða svá:
"Eg skal lýða á kópagleim,
tað stendist hvat av, ið má."

4.
Tað var hesin sami maður,
ikki fell hann í fátt,
gekk sær oman á helluna
gomlu jólanátt.

5.
Gekk hann sær á helluna oman
alt fyri uttan mein –
til tann ytsta sjóvarklett,
hann fjaldi seg við ein stein.

6.
Bóndin lá undir steininum
– leingist honum at bíða –
til ta síðlu kvøldarstund
at miðjunátt man líða.

7.
Men tá tað kom at miðjunátt
– so sigst mær av sattum –
komu kópar tysjandi
saman úr øllum ættum.

8.
Klæddu teir seg úr selabúna
frá høvur og til hala,
lupu so fram eftir helluni
at leika og at spæla.

9.
Har kom fram ein vænur selur
– so greiðir frøði frá
úr selabúna moyggin fór,
hon føgur var at sjá.

10.
Klæddi hon seg úr selabúna,
ikki var hon sein,
kastaði hann á somu stund
yvir at bóndans stein’.

11.
Bóndin tók við húðini,
dró undir stein til sín:
"Henda sama kópamoy
skal vera kona mín."

12.
Bóndin lá undir steininum,
ei lystir at fara heim,
fagurt var ta somu nátt
at lýða á kópagleim.

13.
Men táið dagur í eystri brast,
hvør klæddist frá høvur til skógv,
skundaðu síni ferðini
og lupu so aftur á sjógv.

14.
Kópamoy á landi stóð,
tár á kinnum rann;
leitaði hon eftir húðini,
men ongan bjálvan fann.

15.
Leitaði hon eftir helluni
– so greiðir frøði frá –
til hon kom at steininum,
hvar bóndin fjaldur lá.

16.
"Hoyr tú tað, tú ungi maður,
ta bøn veit tú mær,
lat meg fáa bjálvan tann,
tú hevur í vald hjá tær."

17.
"Nei, tú fært ikki ta bøn av mær,
eg svørji við spón og knív,
tú skalt fylgja til húsa heim
og vera mítt einkarvív.

18.
Moyin fylgdi honum heim,
tóat hon treyðugt vildi;
tað var henni hart ímót
at rýma frá kópagildi.

19.
Moyin fylgdi honum heim
– so er komið til mín –
tá tók hann tann selabúnað
og læsti í kistuskrín.

20.
Bóndin læsti húð í skrín,
tað fall so væl í lag,
lykil hann á kroppi bar
bæði nátt og dag.

21.
Tey livdu saman í fleiri ár,
tey fingu børn til handa,
sóu hvønn dag ein griman brimil
har fyri lending standa.

22.
Brimil har fyri lending stóð,
long honum tíð man líða,
tað var hennara einkarmaki,
so trúliga mundi hann bíða.

23.
Konan livdi í Mikladali
inni í bóndans borg,
sleit har nakað av ævi síni
við trega og tunga sorg.

24.
Bóndin vaknar á snimma morgni,
sær í høvur klórar,
at búgvast á tí somu nátt
at fara til útiróðrar.

25.
Vakti hann allar bátsmenninar
bæði skjótt og brátt,
gingu sær á helluna oman
á tí myrku nátt.

26.
Settu teir seg í bátin inn
foruttan nakað snakk,
róðu síðani hugaliga
á havsins ytsta klakk.

27.
Bóndin kastar ongul og stein
niður at havsins grunni,
tað var um so skamma stund
hann fiski rak at munni.

28.
Bóndin tekur fiskatak
gav honum ikki grið,
hondin brá í somu stund
so skamt við lyklalið.

29.
Bóndin mælti á rongini
– røddin hon var køld -:
"Rógvið til lands, eg konuleysur
verði í hetta kvøld!"

30.
Bóndin sat í rongini,
rætt sum hann hevði droymt,
tá rann honum tað í hug,
at hann hevði lykil gloymt.

31.
Árar teir í hendur taka,
rógva heim til landa;
táið teir fyri lending komu,
teir sóu tveir kópar standa.

32.
Menninir á bóndans báti
millum sín mundu tjaka:
brimil leingi eina var,
nú hevur hann fingið maka.

33.
Bóndin gekk til húsa heim
á tí sama sinni,
konan var av húsum rýmd,
bara børn vóru inni.

34.
Bóndin hyggur í kistu niður,
húðin hon var horvin,
konan var av durum rýmd
og út av borgum hvorvin.

35.
Sløkt hevði hon tann heita eld,
goymt hvørt hvast og knív,
so at hennara einkarbørn
ei missa skuldu lív.

36.
Táið bóndans vænu børn
komu til sjóvarstrond,
rætti teim ein grimur kópur
upp sína lodnu hond.

37.
Kópur rætti teimum hond
– so er komið til mín –
tað var teirra sæla móðir,
bað teimum á sjógv til sín.

38.
Frøði fellur niður um stund
á tí fyrra sinni,
nú taka vit upp annan tátt
og betur leggja í minni.

39.
Menninir í Mikladali,
allir fróir og kátir,
búgvast á tann sama hátt
at fara á kópalátur.

40.
Búgva teir seg til selaveiðu
uttan nakað mein,
bóndin út av Sunnanágarði
hann skuldi vera ein.

41.
Bóndin fór í seingina,
tryggan blund sær fekk,
kópakonan í somu stund
í dreymar fyri hann gekk.

42.
"Hoyr tú, sæli maður mín,
tú skalt á látur fara,
eg havi bøn og treyt til tín,
tú tak míni orð í vara.

43.
Lýðir tú ikki míni orð,
so sigi eg tær annað,
at tú og heila slektin tín
kemur slíkt at sanna.

44.
Tú gongur tær á látur fram
og stórum brimli møtir,
fell hann ikki til jarðar niður,
gev honum ei trongar gøtur.

45.
Stóra brimil við láturs dyr
mást tú ikki á herja,
tað man vera maki mín,
sum okkum øll skal verja.

46.
Hoyr tú tað, mín sæli maður,
enn eg sigi tær meir,
drep tú ikki á láturs botni
teir innastu hvølpar tveir.

47.
Hvølpar tveir á láturs botni
kvirrir í bóli liggja,
tað eru vára einkarbørn,
tú lat teir lívið tiggjað."

48.
Bóndin vaknar úr svøvni upp,
hann slær tann dreym í gleim;
hann lurtar ei eftir konuráð,
sum rýmdi frá hús’ og heim’.

49.
Bóndin gongur á látur fram
við gassa og ljósi í hendi,
stórur brimil við láturs dyr
sær móti honum vendi.

50.
Bóndin hevði gassan á loft,
sum tá var áður siður,
sipaði hann í kópahøvur,
sum fall til jarðar niður.

51.
Bóndin gongur frá deyðum brimli
longur á látur fram,
alt hann møtti, stórt og smátt,
tað hendi last og skamm.

52.
Gongur hann sær á látur fram,
hvar kópar heim sítt byggja,
hvølpar tveir á láturs botni
kvirrir í bóli liggja.

53.
Bóndin gongur á látursbotni,
hvar hvølpur í bóli lá,
gassan teim í heysin gav
og skildi teim lívið frá.

54.
Komu so aftur av kópaveiðu,
ið væn var á at líta,
bóru so til hallar heim
ímillum sín at býta.

55.
Býta teir sundur selaveiðu,
soleiðis tað til gekk,
brimlagrúk og hvølpalabbar
bóndin í helming fekk.

56.
Bóndin sínum eldakvendi
boðini senda læt:
"Brimlagrúk og hvølpalabbar
vær høvum til kvøldarmat."

57.
Bóndin situr í sínum sessi,
tykist liva við veldi,
kvøldarmatur í pott er lagdur
og hongur yvir eldi.

58.
Boðið kemur í skálan inn,
og tekur so til orða:
kvøldarmatur í somu stund
búgvin er til borða.

59.
Bóndin kemur í skálan inn,
sum tá var áður siður,
strikar hatt av høvdið á sær
og setist við borðið niður.

60.
Táið hann var í sessin komin,
braka tók í høll,
hurðar sprungu av leikindum,
inn kemur ljóta trøll.

61.
Leggur tað hendur um bitan upp
og niður í trogið snoddar,
ilskufúst við rongum eygum
yvir at bónda skoddar.

62.
"Her liggur høvur av stóra brimli,
ennið tað er fatt,
labbar av mínum ungum tvá,
hartil sigi eg satt.

63.
Har liggur hond av Háreki
og Fríðriks fótur við,
hevnt er og hevnt skal verða
út í tjúgunda lið.

64.
So mikið skal falla
og so mikið skal doy’,
at teir kunnu í fevning taka
alla Kallsingsoy.

65.
Hevnt er og hevnt skal verða
øllum manna tali,
tað so leingi sum nakar livir
eftir í Mikladali."

66.
Táið trøllið slíkt hevði mælt,
tað sprakk av durum út,
alt, ið har var innanfyri,
sat eftir við sorg og sút.

67.
Tað er enn á máli havt,
tað siga mangir menn,
at henda sama kópaætt
skal liva á døgum enn.

68.
Nú kann eg ikki kvøða meir,
enn liggur mær í minni,
kvøðið er um kóparnar
í Mikladali á sinni.

Kelda[rætta]