Jólasálmur

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Fríðrikur Petersen.

1. "Gleðilig jól! Gleðilig jól!"
ljóðar av himli einglalag.
"Armi syndari, óttast ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
"Jesus er føddur í dag."

2. Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
veri um ævi tær dýrd.

3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
fyri gleðilig jól.

Kelda[rætta]