Jákup á Møn
Av Nólsoyar Páll.
1.
Gevið ljóð og havið gott stev,
kvæði mítt væl skal ljóða.
Gevist ei brátt, men haldið so við,
so klókliga millum tváa!
Niðurlag:
Væl má mín gangari sín saðil bera
og sjálvan meg til hóvar.
Ella:
Orlóv biðum vær,
ærligir menn,
dans skulum vit fremja,
er ikki dagur enn.
Orlóv biðum vær.
2.
Álvarjógvan og Danimeya
hjún vóru tey so vøn,
áttu son á tjúgunda ári,
skírdu hann Jákup á Møn.
3.
Meya átti henda son
Tollaksmessudag;
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.
4.
Hann aldist upp hjá síni móður,
sum einhvør kann vita,
tærdi mangan greytarspónin,
mangan feitan bita.
5.
Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann sleppingur góður,
lærdi at remsa upp ABC
og sýndist at bregða til móður.
6.
Genturnar á Vesturlandi,
bæði lítlar og stórar,
tóktu so mikið um tann son,
sum mamma hevði fóðrað.
7.
Trettan ár hann á baki hevði,
fjúrtanda gekk í møti;
søgdu tað øll, hann tók at gerast
kátur í sínum kjøti.
8.
Faðir og móðir hildu ráð
um tann onkardrong;
ikki fekst hann longur at liggja
einsamallur í song.
9.
Tí segði hann Álvarjógvan
situr og smíðar dyllur:
"Hvat skal gerast við okkara son?
mær tykist, hann gerst so villur."
10.
Meya situr á grúgvuni,
vermir síni lær:
"Fáum vit hann at giftast!"
Tað var hennara svar.
11.
"Tá ið menninir ei vilja gera
tað, ið teim man semja,
seta vit teir í konugildi,
so skulu vit teir temja!
12.
Minnist tú tann jólaaftan,
tá ið tú spottaði móður?
klovan tú undir oyrað fekst,
og síðan vart tú góður.
13.
Minnist tú kyndilsmessudag,
tá tú mundi greytin lasta,
tá ið eg tók teg við hørðum tøkum,
lærdi teg at fasta?"
13.
Tá svaraði Álvarjógvan:
"Sig tú, hvat tú vil!
hvussu skulu vit hann giftan fá?
hann er ikki gingin til.
15.
Hann kann ikki meiri enn partar fimm
og sítt faðir-vár:
illa man tað bera til
at ganga til í ár."
16.
"Eg kenni so væl tann hálshvíta rætt,
tað er eingin skamm:
kasta honum átta dálar
so sleppur hann fram!
17.
Klokkarin kenni eg so væl,
hann leggur gott fyri meg;
um enn vit hava lagt ástir saman,
nógv er eftir for teg."
18.
Drongurin fór fyri prest og dekn,
slapp at ganga til,
móðir ynskir honum til lukku:
"Giftist nú, tá ið tú vil!"
19.
"Ungur eri eg á aldrinum,
leingi havi eg tráað:
hvaðan av landi er tað vív,
ið mær er sámi at fáa?"
20.
"Gentuna eg tær vísa skal,
tað er mær eingin vandi,
nevnd er hon Gyða Haraldsdóttir,
býr á Eysturlandi.
21.
Hon kann bæði at binda og spinna
og at kirna smør,
einans er hon arvingin,
til átta merkur í jørð.
22.
Hon kann at gera ketilost
og at elta tálg,
tá ið tú hana við eygum sært,
at henni fært tú nálg."
23.
"Er hon so vøn og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað stendst hvat av, ið má!
24.
Sjálvur skal eg ta kvøðu uppbera
vønu Gyðu til,
biðja dóttur Haralds bónda,
tað stendst hvat av, ið vil."
25.
Tað var um ein halgudag,
kettan í eystri klórar,
Jákup fór at biðja sær bát,
og átta mans til róðrar.
26.
Toggarnsbuksur fór hann í,
tøvdar upp í tógva,
hvítar hosur av koltursgarni,
spenni á danskar skógvar.
27.
Hosubondini fingurbreið
bindur hann undir knæ:
"Statt upp santi Ólavur, kongur,
gev mær ein góðan dag!"
28.
Nýggja stúku fór hann í
við snjóhvítan klút:
"Sig mær, sæla móðir mín,
hvussu síggi eg út?"
29.
"Vundnar leggir og hyldlig lør,
lendar hevur tú breiðar,
kalsmans merki á hvørjum lið,
so gott tykir móður at eiga."
30.
Bláa troyggju fór hann í,
muffur fram yvir fingrar:
"Eg má fáa í lumma mín
nakað, sum dúgliga ringlar!"
31.
Síða sjóstúku fór hann í
við tríkantaðan hatt,
móður tykir ogn í unga sínum,
kallar hann søtan skatt.
32.
Brennivínsfløsku í barmin tók,
fríggjarastav í hendi,
so fór reysti Jákup á Møn
niður til sjóvarstrond.
33.
"Farið nú væl í Harrans frið
bæði faðir og móðir!"
biður tey biðja gott fyri sær
og setti seg sjálvur til róður.
34.
Tá ið teir vóru á miðjari leið,
rann honum tað í sinni:
"Eftir liggja vøttir mínir
á bitanum harinni.
35.
Eftir er pungur og pípustokkur
og mín slíðraknívur;
illa verður mær úr í dag,
eg fari at biðja mær vív."
36.
Til tað svaraði Ísakur Dyril,
sigur á toftubekki:
"Illa verður tær úr í dag
eftir gomlum merki.
37.
Tá ið eg fór burtur at biðja,
legði eg eftir mær;
krakkurin bæði grimur og stórur
brendur eftir mær varð."
38.
Róðu teir henda bátin fastan
fram í hvítan sand,
Jákup á Møn hann loftaði sær
við fríggjarastavi á land.
39.
Tógvar dálar á bekkin legði,
bað teir heilsa heim,
teir settu seg í bátin niður,
hildu sær á gleim.
40.
Ísakur Dyril segði tá fram
heldur á válgarsbita:
"Hvussu biðilin kemur fram,
tað man Drotturin vita!"
41.
Biðilin setti sínari ferð
niðan at einari krógv,
setist at eta morgunmat
móður og troyttur av sjógv.
42.
Drýlin setur hann millum knæ,
bógvin eisini,
fór so eftir fløskuni
at leska seg afturvið.
43.
Gamalsabógvin át hann upp,
tað á svaðasvørði,
kannubæradrýlurin gekk hartil,
sum roðaður var í smøri.
44.
Hálva fløskuna drakk hann úr,
gott var hon pottamál:
"Nú skal drekka Gyðu prúðu
Santa Mariu skál!"
45.
Strekkir hann út við longum stavi
yvir bekk og bleytar mýrar,
haðan allan tann langa veg
til Haralds garð hann stýrir.
46.
Troyttur var hann av longum veg,
hevði gingið hart,
smakkar aftur á fløskuna,
til at styrkja hjartað.
47.
Tá ið hann upp mót brekkuni gekk,
gjørdist vegurin tungur:
"Nú vilja beinini svíkja meg,
tó at eg eri ungur.
48.
Liggja her og doyggja úti,
tað má ikki ske:
hevði eg fingið mær eitt ross,
lukkutíð fyri meg.
49.
Brúna ryssa Hálvdans
lakkar á trimum beinum,
eittans eyga í skalla hevði,
í læri hevði hon skeinu.
50.
"Her síggi eg ein brúnan hest,
ryssa ella mer,
nú skal eg ríða í Haralds garð
sum ein kavaler."
51.
Hann gekk fram við blindu lið,
rópar: "Tu, tu, tu!"
Vimsar hon í afturbeinum.
"Hvat síggi eg nú?
52.
Hetta betýðir einki ilt,
av fornum eg tað haldi,
líkasum Olgar danski,
tá Brifort fyri honum spældi."
53.
Jákup tekur í háryggin,
kastar seg aftur á mer,
har lá hann og fetti sær
sum steinkobbi á skeri.
54.
Tá ið hann slapp á ryssuna upp,
fríggjari tann hin gævi,
tá fekk hann tað innskotið,
sum vit hava brúkt til stevið.
55.
Jákup díkir á ryssuna
niðan mót norðara skarði,
tekur hann út sín telgimudd
og prikar hana í lærið.
56.
Gortra stóð undir skálaveggi,
tá hon hetta sá,
loypur hon inn í Haralds borg
til at siga frá.
57.
"Eg sá hest á skarðið
harvið gyrdan mann,
eystan undan tindinum
sá eg, tann brúna rann."
58.
Men tá ið ryssan sviðan fekk,
fá var hennara líki,
varpaði hon reystan Jákup á Møn
í eitt sortudíki.
59.
Jákup liggur í díkinum
væl upp til hálvar leggir,
tekur at banna ryssuni,
tó ilt var skap at eggja.
60.
"Bannað veri tú búk og bein,
sum meg í díkið legði!"
mintist hann á tey hánarorð,
ið Ísakur Dyril segði. –
61.
"Kristin fríggjar til Gyðu,
tað søgdu tey mær heima,
er hann har til hallar í dag,
heldur hann sær á gleim.
62.
Hann kann væl at bíta í bak
og koma mær í forakt,
lunga hoppar upp yvir mati,
tað hava fornir sagt."
63.
Tá ið hann slapp úr díkinum upp,
toygdist úr hvørjari lykkju,
tá breyt hann sín góða stav
sundur í tógva stykki.
64.
Báðar stumpar á økslina legði,
reikar heim til hús,
tá sá Jákup lítil út,
sum hann var til ilsku fús.
65.
Menninir vóru til útiróðrar
í Haralds báti bjarta,
konurnar tustu saman í flokk
við sínum bangna hjarta.
66.
Konufólkið saman leyp
at skoða tann komna mann;
at bíða, til hann kemur heim,
tað gongur ikki ann.
67.
Summar hildu tað vera ein frans,
summar tað vera ein jøta:
"Eya meg! vóru Gyðu orð,
tað ristir í mínum kjøti!"
68.
Til tess svaraði gamla Gortra
svaraði so fyri seg:
"Leypið tit, sum nakað orka,
einki orki eg!"
69.
Konufólkið burtur leyp,
hvør sum best kundi ganga,
gamla Gortra eftir stóð
og skrubbaði sær um vanga.
70.
Jákup gekk til húsa heim,
gekk mest upp á rós,
á Gortru festi hann eyga sítt,
tá hon leyp í eitt fjós.
71.
Jákup so til orða tekur,
hann kom fyri fjósdyr:
"Heilt verði mær títt gull og fæ,
eg havi ei verið her fyrr!"
72.
Men tá ið hon sá henda mann
og hans føtur svartar,
slepti hon burt aftan undan
til at styrkja hjartað.
73.
Tá ið hann hoyrdi henda brest
og ta fúlu røst,
tá fór hann eftir nakkanum
beint í Haralds køst.
74.
Jákup liggur í køstinum
líkasum í einum dvala,
stjørnur og tað himmalska ljós
sýndist honum fyri sær mala.
75.
Gortra stetlar á sínum beinum,
alt sum hon kann best,
ætlaði sær at hitta hinar
niðri við stóra neyst.
76.
Tá ið hon kom at durunum,
tá greip hon veggin fatt,
tá stóðu tær allar og tyrptust
rætt sum seyður í rætt.
77.
Gyða stóð uttast og alsveitt,
sum hon var av grunni drigin:
"Ver vælkomin, omma mín,
man fíandin vera sligin?"
78.
"Hann er fallin og liggur bleytt,
eg sigi tað pá mín sann,
skundið tykkum heim til hús
til at redda hann!"
79.
Konufólkið saman leyp
at skoða tann komna mann,
líkasum ravnar um deyðseyða,
so hoppa tær uttan um hann.
80.
Gyða stóð har skamt ífrá
undir trístykkis húgvu:
"Hetta man vera Belsebubb,
kann eg ikki annað trúgva."
81.
Tóku tær undir hans høvur og føtur,
hann úr køsti at draga:
"Spakuliga!" vóru Gyðu orð,
"latið ikki koma til skaða!"
82.
Drógu tær hann eftir foldini niðan
fram at einari á:
"Báturin kemur av útiróðri,
gangið og sigið teimum frá!"
83.
Haraldur gongur frá strondum
sær hann hetta spæl:
"Ei man hetta, mín sæla dóttir,
fara at ganga væl!"
84.
Byttur og baljur har var dragsað
saman í ein hóp,
rivu so klæði av kroppi hans,
sum tú flettir kóp.
85.
Byttur og baljur har var dragsað,
tvag-stampurin hálvur,
tá var hann so snoðin og fríður
sum ein sloktur kálvur.
86.
Haraldur tók undir høvur og føtur
bar tann falna drong,
bar hann so til húsa heim
og kastaði hann í eina song
87.
Jákup liggur í seingini,
spraklar av lív og deyð,
inntil deyðans bróðir kom,
so slapp hann úr teirri neyð.
88.
Jákup svav, til sólin rann,
fjálgur mundi hann liggja,
tá reiv hann sundur eyga sítt,
uttan um seg at hyggja.
89.
Haraldur gekk til hansara song:
"Góðan morgun, maður!
fyri at tú vart frelstur í gjár,
mást tú vera glaður."
90.
"Eg ætlaði mær til Haralds garð
henda sama dag,
var eg í nakrari neyði í gjár,
sig mær einki tað!"
91.
"Eg eri Haraldur, stovan er mín,
ið tú inni ert,
kemur tú mær til handa í dag,
tað skal falla mær kært."
92.
Haraldur fór eftir fløskuni,
skeinkir honum gløsini trý,
flýggjar honum pungin!
"Lat tær nú uppí!
93.
Statt nú upp og lat teg í,
áðrenn nakar sær!"
Gortra fór eftir buksunum
og kastar honum á lær.
94.
Tá svaraði Haraldur
alt foruttan vanda:
"Sig mær satt av eiti tínum,
hvaðan ert tú av landi?"
95.
"Eg eri aldur á Sandoy upp,
onkasonur móður,
einans eri eg arvingin,
hvørkin er systir ei bróðir.
96.
Jákup á Møn, so siga teir mær,
prestar teir meg doyptu,
Álvarjógvan og Danimeya
meg í formi stoyptu."
97.
Til tað svaraði Haraldur,
væl kann tungu skilja:
"Hvat eru tygara ørindi?
hvat munnu tær higar vilja?"
98.
"Eg siti her við mínum pípustokki
mínum slíðraknívi,
til tess eri eg higar komin
til at biðja mær vív.
99.
Sannheit eg ikki dylja vil,
men líka siga frá:
tað er Gyða Haraldsdóttir
mær stendur hugur á."
100.
Til tað svaraði Haraldur,
sló tað upp í háð:
"Mangt man mín sæla dóttir
slíkt hava ráð!"
101.
Haraldur fór eftir síni dóttur,
loypur í stovuna inn,
hon setur seg á stólin niður
bæði prúð og svinn.
102.
Við reyðari troyggju, kalamanks skjúrti,
grønari silkihúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
eygað sum í dúgvu.
103.
Jákup stendur á gólvinum,
strýkur sær um ennið,
hárið aftur við oyrunum,
skeitir yvir at henni.
104.
Haraldur tekur í hennara hond:
"Sæla dóttir mín!
vilt tú henda biðilin hava
komin at biðja tín?"
105.
"Ikki vil eg til slíkan lak
gifta meg í ár,
hann kann fara í køstin í dag,
sum hann fór í gjár."
106.
So rak Gyða spott á hann,
til hann gekk á øllum fýra,
morgunmatarleysur av húsinum fór,
heim til Sandoyar at stýra.
107.
Genturnar á Eysturlandi,
kátar allar samlar,
hvør við sínum kneppi av hoyggi,
bæði ungar og gamlar.
108.
Jákup fylgdist við Haraldi,
har sum tey brendu krakk:
"Fyri tú hýsti mær í nátt
skalt tú hava takk!"
109.
Danimeya á landi stóð,
sær hon hesa glaðu,
tekur at rópa grindaboð
og koyrir bátin av stað.
110.
Jákup gekk til strandar oman,
tá hann sá henda bát:
tá ið hann sá Ísak Dyril,
tá fleyt hann í grát.
111.
Ísakur var bæði blíður og týður,
hvat skuldi hann annað gera:
"Jákup, hevur tú fingið ja,
og hvar man grindin vera?"
112.
"Her er roykur og eingin grind,
tit skulu hava takk,
genturnar á Eysturlandi
brenna eftir mær krakk."
113.
Taka teir hann í bátin inn,
teir róðu heim til sanda,
Jákup gekk frá strondum niðan,
fyri sína móður at standa.
114.
Hon fór eftir fløskuni,
hartil bar hon drekka,
tá ið niður at hjarta kom,
tá var kraftin svekkað.
115.
Tað var hansara sæla móðir,
gav honum ikki betri treyst:
"Legg teg niður hjá tínimóður
hon er longst sum best.
116.
Tí at tú nakra tíð heiman fór,
tað man meg nú fortróta,
ilt mundi tú, mín sæli sonur,
av mínum ráðum njóta."
117.
"Eg eri troyttur av longum veg,
krakkurin er tungur,
konufólkaráð eru ólukkuráð,
helst tá ein er ungur."
118.
Jákup legði seg upp í snoð,
hann lystir ei longur at fríggja,
onga gentu í hesum landi
tordi hann meir at síggja.
Keldur
[rætta]- www.fotatradk.com. Vitjað tann 9. mars 2011.