Hungur

Frá Wikiheimild
Jump to navigation Jump to search
M.A. Winther, skald

Armingurin Sissal, gamla, doyr í hungri. Læknin sigur at børnini hjá Billu, tey hjá Laarsi, hjá Pæturi og onnur ganga við tí sama hungri í kroppinum. M.A. Winther endar søgu sína soleiðis:

Kommunustýrið og prestur hildu fund.
»Hvat skulu vit gera,« helt formaðurin ráðaleysur.
»Vit leggja ikki nýggjar byrðar á kommununa,« segði alt kommunustýrið við ein munn.
»Nei, tað eru óráð,« helt prestur. »Men vit kunnu jú seta øll hesi born út í góð hús, har tey kunnu gera lít fyri matin, summi her í bygdini, summi á Dímun og ja í góð bóndahús.« Prestur skeyt eyguni fram undan brillunum.
Teir kendu sær allir ein lætta og takkaðu presti fyri hansara góðu ráð.
»Kanska vildu tygum stílað fyri hesum,« helt kommunustýrið.
»Eg vildi helst borið meg undan, mcn eg skal gera tað, tá tit biðja meg um tað.«
Dagin eftir fór prestur inn til Billu.
»Góðan dag og Guds friður inni. Hvussu stendur til hjá tygum, Billa?«
»Tað er sum Harragud veit, og sum tygum sjálvur kunnu ætla. Tað kemur ikki nógv innløga, har eitt vesælt konufólk skal bjarga mat og klæðir til seg og nógv børn. Tað er eingin lygn, tá ið eg sigi, at vit ofta hava tað trongligt.«
Prestur kveitti rundan um seg í roykstovuni. Harragud, sum tað sá berligt og ússaligt út inni har. Og Billa og børnini - dæmið sýnti betur enn orð, hvussu tey høvdu tað.
»Hm! hm! ja so er, lívið fellur tyngri hjá summum enn øðrum, og tí mugu vit hjálpast at og styðja hvørt annað. Hm! ja, vit hava tosað um hetta, og eg ætli, at tygum gera best í at lata bornini út til góð fólk; eg skal hjálpa til tað.«
»Gud forláti tygum,« segði Billa og bliknaði, »hatta meina tygum ikki; hvussu kann eg skiljast frá børnunum?«
Men prestur helt, at einki annað var at gera. Billa græt, men prestur tosaði góð og troystandi orð, og so endaði hesin fundur, at prestur vann.
Teir tóku oll børnini frá Billu. Hon græt síni søltu tár, og børnini grótu ikki minni, men har hjálpti eingin kæra mamma,
Og soleiðis varð farið fram hjá Laarsi og øðrum armingum.
Tá flýddi hungurin úr bygdini, og hann er ikki í aftur spurdur.
Onkur vil vera við, at nú dylst hann sum mansmorð, um hann ber við í støðum.