Heimferð
Appearance
Av Rasmus Christoffer Effersøe.
Stórt er við strúkandi byri á dýrdar sjógvi at fara,
størri at stríðast í frøi við andstreym og stormin hin harða,
tolin at stýra ta skákandi leið millum boðar, streingir og íður,
ikki at dvína, um sjógvurin illskast og streymur er stríður.
Gongur tað aftur á stundum, so linkar tó broddur um síðir;
hevir tú treystið í trúgv og í vón, tá ið mestur er vandi,
tá ikki tær grettir í »heiminum fríða« at festa fótin á landi.