Havfrúgvin kvöður

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Úr sjónleikinum Magnus.

Flötur fríðar og dalir,
tílíkt nevnist á jörð;
eg nevni mínar salir,
hav og sund og fjörð.
Mær tæna blíðir álvar,
bera skrínini full,
hundraðtals vakrar bjálvar,
dýrar steinar og guli.

Gull á gólvi man glitra,
silvur skínur í höll;
sjaldsamir vöxtir titra,
og prýdd er borgin öll;
glitrandi gyltir tindar
og takið fagurt blátt;
kertur av álvum kyndar
mær lýsa dag og nátt.

Dagar langir mær gerast,
her heldur harmur til.
Fríur fiskurin ferðast,
sveimar hvar hann vil;
stríður streymur í sundi
fer frítt um mína borg.
Hjarta mítt tað er bundið
við trá og sút og sorg.

Lítið troystar meg silvur og gull,
krystallir og perlan hin bjarta;
um borgin öll er av dýrgripum full,
tað kann ikki svala mítt hjarta —
tað brúsandi bál, sum havsdýpið ikki kann køva.

Og um eg má vera altíð ung
og framsýnt og fremst í viti,
eydnan er mær ei minni tung,
so sorgarbundin eg siti:
ei vón og vit, ei vakurleikin meg troystar.