Jump to content

Hákun í Noregi

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 11, 1896.

Lag: Om Dannemarks Kvide, det lød en sang.

Hákun í Noregi, kongurín vár,
    hann fór her frá,
sonurin fall eftir átjanda ár
    á deyðastrá,
Margreta drottníngín Danímark tengdi;
ílskin sat Týskarín, eyguni rengdi;
men veldi fekk Danmark í Förjum.

Drottníngin doyði, tann tið var eym
    og pestin gekk,
Danmark seg skjeyt undir Týskan steym,
    so mun tað fekk.
Föringar tráan í landsunning kaga,
lítil kom hjálpin, men mangt bar til skaða.
Tá Danskarnir ráddu í Förjum.

Hjaltland og Orkneyar, Noregs lond
    av fornu tið.
Grönland og Ísland var girt í bond,
    og Förjar við.
Hjaltland og Orkneyar fór burt í panti,
minturin oyddist í ónyttufjanti,
men veldi helt Danmark í Förjum.

Vondt var í Förjum, — eg siga vil —
    sum sagt er frá,
Danmark her stýrdi, sum best bar til,
    tí á tað lá.
Jörðin, sum kirkjan og skúlarnir áttu,
alt fingu prestar og aðrir, sum máttu
her hjálpt væl til framburð í Förjum.

So saman við Danmark vít hoyra enn,
    tað er harvíð,
Mangt gott unna okkum teír Donsku menn,
    ja kæran frið.
Lítið vít okkum í Danskan sið vevja,
bert móðurmálið vit royna at krevja,
ti tað passar best her í Förjum.

Ein var tann tíðin vít trúuð á heks
    og tröll so smá,
men nú eru eyguni meír »konveks«
    og meirí trá,
hví skal alt ljósíð í landsuðrí liggja,
heldur vít runt alla havsbrúnna hyggja,
harav birtist liósið í Förjum.