Jump to content

Gentukæti

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð.

1.
Her nógv er at gera, ein fær ikki frið,
á landsbygd at vera nú leiðist mær við;
at sópa undan neytum og til at gryvja seið
og bera tøð og tara, o nei! og nei! o nei!
 
2.
Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn!
so fegin eg gevi meg inn í tín favn;
tú vermir mítt hjarta, eg verði so fjálg;
á landsbygd alt stinkar av livur og tálg.

3.
Til Havnar vit fara við trá' og við nál;
at seyma vit læra og til at taka mál,
vit seyma um dagin, um kvøldið eru frí' -
so út at «spasera» runt um tann heila bý.

4.
Seks og sjey um kvøldið fer maskinan undir lás;
so fara vit í handlarnar at keypa okkum stás
og tyggja sjokolátu, piparmynt og bombom;
á landsbygd tey eta sýrulegg og hvonn.

5.
Á landsbygd har brúka teir kubbarnar enn;
í Havn ganga unglingar klæddir sum menn
við hvítum mansjettum og gullknøppum í,
á landsbygd! á landsbygd, á fý! fý! fý! fý!

6.
Á keiini hjá Østrøm har síggja vit tá
øll skipini tey duffa á Vestaru vág;
skipsmenninir teir ferðast við bátum út og inn,
tá ræður um , tá ræður um at halda seg svinn.

7.
So møtast vit, so heilsast vit og biðja góðan dag;
um «fýrin» á Borðuni - so «snakka» vit um tað;
teir víða hava farið, teir vita alt so væl,
so lagaligir eru teir í orð og í tal'.

8.
So lið um lið vit fara ígjøgnum býin tá,
har lyktirnar tær lýsa í myrkastu vrá;
«butikkirnar» um kvøldarnar tær lýsa sum sól,
í mínum hjarta er tað, sum altíð tað var jól.

9.
Ja, eru vit við handlarnar, vit biðja góða nátt,
so áarvegin taka vit, har vakurt er og gott,
við Havnarskansa hvíla vit, tað «yndiga» stað,
vit sita har so fegin til alljósan dag.

10.
So seyma vit, so tæna vit, vit gera ditt og datt,
vit gera einki annað, enn hvat vit finna rætt,
so hopa vit, so gleðast vit - tann sak er jó klár,
vit sjálvar verða «frúur» um eini tvey trý ár.

11.
Ja, mínir tankar flúgva, teir flúgva víða fram,
eg veit vist, eg fái alt verðsins stás og kramm,
ja, perlur og blomstur at seta í mítt hár
og smáar spælidukkur hvørt einasta ár.

Keldur

[rætta]