Fjallprúða heim
Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1893.
Fjallprúða heim:
treystliga tú stígur úr havi,
treystliga við sól og við glaðu;
harðlenda heim!
Fornfríða land:
onkuntíð bragdaði “slagið”,
eftir kom trælabands lagið;
nónskýmda land!
Brimbarda land:
synir og døtur tú átti,
lógu við ótta í smáttu;
stormharða land!
Roykur og sót
fjaldu tær synir og døtur,
tey bóru spjarrar og bøtur;
seint fekst tú bót!
Fjallbygda land:
illa tú legðist í dvala;
aftur tó hanarnir gala;
sagnríka land!
Fátæka land!
ognir man havið tær bjóða,
tú eigur systrina góða;
havgirda land!
Ríkt er títt hav,
gevur tær treysti og megi,
veldur tær sorgir og gleði;
fongríka hav!
Fátæka fólk:
lítið tú virdist av monnum,
hevur enn ilt fyri tonnum;
nýfødda fólk!
Fámenta fólk:
fylkist tú øksl móti økslum,
tá gerst tær stálkynt í jøkslum,
sameinda fólk!
Keldur
[rætta]- Faroeartstamps. Vitjað tann 8. mars 2011.