Fára siður — Føroya siður; træla siður — manna siður

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1897.

Fast stóð í fonnum eitt fjalladals fylgi,
svulturin neit tí í mønu og merg,
örðug var skor yvir blánandi bylgju,
ræsurnar stongdust frá fjalli til berg;
fylgið gav tol, tí tað bilaði ei:
veðurin prúði, tann slóðarin treysti,
kundi sum fyrr öllum vísa á leið,
enn hann við nakkanum bresti.

Slóðarin bjóst tó til ótols um síðir,
fúsur hann var til at bróta sær veg,
oman hann tráar til grønskandi líðir:
»fylgi mítt, kom nú og ger so sum eg!« 
Oman fór alt á ta glerstoyttu skor;
rásin tó ikki gav kleyvunum festi,
samfelt fór alt so í smyldur og sor,
týndist sum slóðarin treysti.

Mangir av monnum sum fjalladals fylgið
líta á stórdýr so prúð og so klók,
enda sum tað undir brimsöltu bylgju,
hava ei tol til at svölta á rók.
Summi tey durva og falla í fátt
millum tey stóru og ríku í görðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá öðrum.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað,
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav:
maður skal smíða sær lukkuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast á leið,
ofta í vanda tó vinirnir tróta,
hann sum vil fram á, hann gloymi tí ei
sjálvur sær slóðir at bróta.