Eitt heim, eitt varandi heim ei her

Frá Wikiheimild

Yrkt av Johan Olof Wallin. Týtt av Rasmus Christoffer Effersøe.

1. Eitt heim, eitt varandi heim ei her,
ei her á jørð eg kann finna,
tí verðin við øllum, í verðini er,
sum blóman um heystið skal svinna;
eg líkni mítt lív við ein skugga, ein dreym,
við regnið í gjár, við ein fossandi streym,
sum í veraldardýpið man renna.

2. Alvaldandi faðir, tú standi mær hjá,
at syndin ei hjarta mítt skaðar,
at elska og akta teg læra eg má
ta økt, sum tú lívið mær lagar,
at liva hjá gronnum við semju og frið,
og í øllum starvi at hava teg við,
so styttast best útlendings dagar.

Kelda[rætta]