Jump to content

Eg legði alt á Jesus, ogn og mál

Frá Wikiheimild

Av Andrias Christian Evensen.

1. Eg legði alt á Jesus, ogn og mál,
allar mínar syndir, lív og sál,
trúareygað sá hans deyðakor.
»Fyri teg eg doyði«, er hans orð;
mær frá hjarta byrðan burtur svann,
frið eg fann.

2. Eg leggi alt á Jesus; lættlig' hann
tyngstu sorg til gleði venda kann,
brosið hans tað gyllir tár so mong,
oyðin hagi verður blómuong,
og eg vinni - gevur hann mær mátt -
treyst fullgott.

3. Eg leggi alt á Jesus, nátt og dag
styrkir hann mær trúar hjartalag,
vónin kastar akker í hans favn,
leitar har sær trygga hjartahavn;
hvar hann er, tú kærleikshimin sært
lýsa bjart.

4. O, legg tó alt á Jesus, troytta sál,
tel tú honum sorgar tunga mál;
hann sum Gud man ráða hvørji verð,
lívs og deyða Jesus Harri er,
bjargandi hans armur bregður sær
móti tær!

Kelda

[rætta]