Jump to content

Drykkjuvísa

Frá Wikiheimild

Av Fríðrikur Petersen. Yrkt 1878.

Gevið brøður ljóð og lýðið á!
Tað er skrivað í søgum,
goymt frá gomlum døgum,
sum eg ætli nú at siga frá.

Ein vínbrunnur var hjá Yggdrasil;
Mimir átti brunnin,
fekk sær upp í munnin;
altíð drakk hann, so hann kendi til.

Vínið gott var, ja, ja, makaleyst;
Mimir var so kátur,
og ein skellilátur
hoyrdist vetur, summar, vár og heyst.

Gamli Óðin undrast yvir tað:
“Hví er hann so fróur?
Er hann vorðin óður?”
Til at vita loypur hann av stað.

“Nú hin rádni Mimir, vinur mín,
hví ert tú so glaður?
Nei, nei, nei, nei maður!
Hann er fullur, fullur sum eitt svín.”

Mimir gamli heilsar í ein fart,
klórar sær í nakka:
“Bróðir, vilt tú smakka?
So eg hopi, ei tú dømir hart.”

Óðin tók sær tá ein góðan slurk;
livnaði tá gleði,
sum á summardegi
regnið lívgar grasið eftir turk.

Lyst fekk Óðin meir at drekka sær:
“Tú mást vín mær læna,
tí av gomlum vana
ongar pengar beri eg á mær.”

“Aldri hevur Mimir nøkrum lænt.
ikki inn í eygað -
syrg teg fyrr til deyða -
uttan at tú setur eygað í pant.”

Neyðardýrið Óðin snerkir tá,
klórar sær í nakka,
fegin vil hann smakka;
tí hann segði: “Á ja, skitt, lat gá!”

Av tí víni, so er mær fortalt,
flugu hans tankar fríir
grjgnum rúm og tíðir,
so við einum eyga sær hann alt.

Eg, mín bróðir, vendi mær til tín:
Vilt tú ikki fegin,
fáa at vita vegin
til at fáa at bragda Mimis vín?

Her, mín bróðir, sært tú Mimis mjøð;
burt frá Óðins munni,
burt úr Mimis brunni
førir rør eitt okkum henda løg.

Drekkið bara virðuliga og væl,
verið allir kátir,
og ein skellilátur
Mimi várar takkir bera skal!

Ver nú kátur, drekk nú væl og kvøð,
ber nú glas at munni,
drekk úr Mimis brunni,
vinaliga drekkum Mimis mjøð!

Keldur

[rætta]