Deyði, hvar er nú broddur tín

Frá Wikiheimild

Av Fríðrikur Petersen.

1. Deyði, hvar er nú broddur tín?
Helviti, hvar er tín sigur?
Risin er aftur frelsari mín,
áður í grøv lagdur niður.
Roðar nú páskasól um fjøll,
vermir og gleðir hjørtu øll!
Tøkk havi Guð fyri lívið!

2. Lívsleiðin er ei meira tung;
livandi Jesus meg leiðir;
bæði hann styðjar gomul og ung,
breytina fyri teim greiðir.
Fylgir hann við á míni ferð,
einki mær tá til skaða er.
Tøkk havi Guð fyri lívið!

3. Songur tí berst um lond og høv
um páskaboðskapin bjarta,
fagurt hann ljóðar við opna grøv
inn í tað trúgvandi hjarta:
«Risin av grøv er frelsari mín,
deyði, hvar er nú broddur tín?»
Tøkk havi Guð fyri lívið!

Kelda[rætta]