Jump to content

Brúðarvísan

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð.

1.
Várharra hann segði, tað er ikki gott,
at maðurin livir so eina,
tí setti hann Ádam og Evur so brátt
í hjúnabandið tað reina.
Tey tvey skulu vera so sum eitt
ta læru fedrarnir týða so greitt
tann læran hon er tann beina.

2.
Ein frøi hann er fyri kvinnu og mann
tann hjúnaskapur so dýrur,
sum tvífalt okkum gleða kann,
tá Harrin verkinum stýrir.
Tit lýðið tí á og hoyrið til,
tit brúðarfólk og hvør, sum vil,
hvat skriftin harum skýrir!

3.
Ábraham ríkur sum fáur var
til fólk og fæ og jarðir,
men tøkk fyri alt til Guð frambar,
sum øllum góðum sparir,
hann gav sínum soni sín eigindóm,
bæði fólk og jørð í besta blóm’
og allar dýrar varur.

4.
Hann gav honum alt, hvat ið nevnast kann,
enn eitt var eftir at vinna,
at gera sín son til rættan mann,
har vantaði bara ein kvinna,
men hon var ikki góð at fá,
tí Kánans land alt heiðið lá,
har eingin var verd at vinna.

5.
Sær sonarkonu Ábraham ei
úr heiðinskapi gat søkja,
hvar fólkið kreyp á dimmari leið,
í óvit læt seg fløkja:
Tey telgdu sær gudar og setti á fjøl
og leikaðu um teir við óvitaspøl.
Slíkt heidna-myrkrið man økja.

6.
Men Ábraham, sum Guðs vinur var
og alra trúgvandi faðir,
hann sendi sín svein langt burtur har
til sínar ættarstaðir
at søkja sær sonin brúður harfrá,
hvar sannan Guð tey trúðu á,
og heidna-myrkrið ei bagir.

7.
So Ábraham gjørdi, sum júst ikki tí
tað okkum til reglur skal vera,
nú hjartasakin er meira frí,
vit lógar tvingsil ei bera;
tað gamla er umliðið, alt er nú nýtt,
í kærleika hvør kann virka frítt,
hvat reintonkta hjarta vil gera.

8.
At frændur so finnast, ein gleði tað er,
sum væl er verd at goyma,
men hjúnabandið mest frøi eger,
tað mugu vit ikki gloyma.
Tí leggi í huga og minnist hará,
hvar kærleikskeldan sprettur frá,
sum hjartavarman man eima.

9.
Sum abraham gleddist, tá Evu hann sá,
so gleðast vi enn um stundir;
tí so er nú Guðs alvísa ráð,
at vit um kærleiksfundir
skulu finna hvørt annað, sveinur og moy,
og ganga so fram eftir kærleiksleið
um gønar líðir og lundir.

10.
sum sveinurin gleddist, við brunnin stóð
og sá kamelarnar renna
og flyta ta gentu, sum honum var góð,
so kærleiksvarmin man brenna.
hjá mongum, sum yndast um stundir enn.
Tann varman hann fjálgar kvinnur og menn,
sum mangur kann sanna og kenna.

11.
Tann setningin salamon setti í ring:
Hvør góða konu man eiga,
Av Harranum fær hann eitt hugnaligt ting,
harav ein mangt kann leiða.
Ja, vínið í Kána tað minnir oss á,
hvar gleðin hin sanna sprettur frá,
sum seg so djúpt kann breiða.

12.
Av kærleika alt er sprottið út,
av kærleika ljósið ljómar,
í kærleika binda vit best tann knút,
sum steingir út sorgirnar tómar;
í kærleikakeldu vendist vatn til vín,
tann keldan hon bjóðar øllum til sín,
har rósan og liljna blómar.

13.
Í kærleikskeldu er pernlan huld,
tann vísdómsperla teir kalla,
hon mongum er hulin, men tó ei huld,
so løgið kann tað nú falla,
tann vísa kvinnan uppbyggir sítt hús,
hon virkar í heiminum fró og fús
bæði uttan og innan halla.

14.
At hon tann veikari parturin er,
tí maðurin høvdið er blivin,
men legg í minni, tað soleiðis fer,
hon manninum undir er givin
á sama máta, í somu brøgd,
sum kirkjan er undir Kristur løgd,
hon verður ein niðurrivin.

15.
At kvinnan mansins krúna er,
ber Salamon okkum í minnni,
og manni sínum alt gott hon ger
av fríum hjarta og sinni,
hon hugnar sær heima við búnað og borð,
og mannin vinnur hon fyri Guðs orð
við lívinum úti og inni.

16.
Tí er tað, at maðurin ikki skal
høgt herska í húsarhaldi
men ansa eftir og minnast væl,
hví honum er givið valdið;
finnur hann tað ikki innanífrá,
kunnu Petrus og Paulus minna hann á,
eftir hvørjum sum Kristus fortaldi.

17.
Í fyrra epistli sankta Petrus mangt
um hjúna-reglur útgreiðir,
og Paulus hann skrivar harum langt
og hjún til dygdir leiðir
í brævinum, hann læt skriva sær
til kirkjufólkið, í Efesus var.
Hann vinnur, sum harúr eigur.

18.
Úr paradískelduni rann ein á,
hon fleyt út um alla heimin,
har stóðu Guðs einglar og stroyddu út sáð,
sum breiddist um allan streymin.
Har vuksu bæði rósur og liljur uppav,
men ein sáddi klintu, meðan fólkið svav,
og droymdi tann falska dreymin.

19.
Sum rósan og liljan í stillari lund
av sólarhitanum trívast,
so maðuri og vívið í friðarstund
av Paradísgleði upplívast,
ja, lat okkum biðja fyri teimum í dag,
sum góvu seg inn undir hjúnalag,
av klintan av garði má drívast.

20.
Men rósan og liljan mugu blóma væl
og anga um allar dagar,
at tregi og mótgangur fellur sum spæl,
at tíðin heilt hjálparleys gnagar,
men kenna seg altíð í Harranum glað,
ja, kundu vit øll fáa hetta í lag,
hvør er hann, sum tá okkum skaðar.

21.
Sum Salamon segði, skal tíð til alt,
og ein er tíðin at dansa,
lat flóna hvørt hjarta, sum fyrr var kalt,
lat nýgiftu hjún umkransa.
Og haldið á gólvið ein glaðan ring,
tí brúdleypsfestin er gleðisting
hjá teimum, sum heiðurin ansa.

22. Dansur og spæl eru gleðisbrøgd,
frá upphavi hava so staðið,
slík evni í alla skepnu er’ løgd,
alt vísir á sama lagið,
og loyndarkraftin er brúdleypsdag
upplívar fólkið, ger tey so glað
sum nýgiftu hjúnini bæði.

23.
Við brúdleypsgildið bæði gomul og ung
upplívast av sannari frøi,
hjá honum, sum tíðin fellur tung,
tá lættir um hansara møði.
Tann gamli við ungdómin frygdar seg,
tann ungi seg gleðir til manndóms veg,
sum ikki kann vera so løgið.

24.
So gongur tann gleðisstreymur í ring
frá barni til abban gamla,
ja, slík ein veitsla er heiðursting,
sum so kann fólkið samla.
Her kunnu vit loysa hvønn tyngdarknút,
sjálv rósan kann spretta av tistli út,
so fegin øll frameftir damla.

25.
Hvat kann væl hugsast, sum betri er
enn gleðin, sum ber av tíð góða,
hvar hjartað hitt reina ta frøi ger,
sum lýsir av andliti fróa
við reinlittum roða sum summardagssól,
tað vísir til hjartað, at har eru jól
og alt, hvat sum gleði kann bjóða.

26.
Lat gleðina ljóma um hesi tvey,
sum tú vildi saman beina!
Várharra hann leiði og stiði tey,
til tíðin seg sundur man greina
sum hann leiddi mangan til evstu nátt.
ja, vit mugu sanna, tað er ikki gott,
at maðurin livir so eina.

Keldur

[rætta]