Andanna andi, stíg nú frá tí høga

Frá Wikiheimild

Av Johan Nordahl Brun (Ånd over ånder, kom ned fra det høye). Andrias Christian Evensen týddi.

1. Andanna andi, stíg nú frá tí høga,
tú, sum við faðir og syni er Guð,
kom várar sálir nú allar at grøða,
himinsins brúður tú búgva skalt út,
heita og savna, Guðs orðið út týða,
byggja Guðs kirkju, upplýsa hans tjóð,
tað er tín gerningur, oss skalt tú víga,
hjørtum ber boð, at Guðs miskunn er góð.

Kelda[rætta]