Alfaðirs eygu jarðarríki skoða

Frá Wikiheimild
Far til: navigatión, leita

Av Rasmus Christoffer Effersøe

1. Alfaðirs eygu jarðarríki skoða
við túsundfalda miskunn-milda loga;
til vetrarrósu - inn í armóðsfjósið -
til einkarsonin sendist dýrdarljósið.

2. Tað ljósið bera einglar allar vegir,
hvar børn á foldum Jesusbarnið gleðir,
tað bjart man ljóma, - syndabundin hóma,
at fyri teimum sprettur lívsins blóma.

3. Lov, prís og heiður havi Drottur ríki,
sum letur son sín verða mannalíki.
Frá hugmóðsmeini okkum leiðir beini,
vær søkjum eyðmjúk sess á flórgarðs steini.

Keldur[rætta]