Jump to content

1893

Frá Wikiheimild

Av »I.P.«. Úr Føringatíðindi, nr. 1, 1894.

Aftur er umliðið árið eitt,
hyggið tí aftur um bak;
flestir siga, at tað var feitt;
eg sigi: »Tað var rak«!

Grindir drupust, ei fiskur treyt,
eplir og korn bar av,
tálgin um allar tromur fleyt,
— væl eg tí gætur gav.

Tó sigi eg, at árið var rak;
»málið« ei rósar av,
ikki slapp tað undir tak,
enn á gaddi tað svav.

Kallið tit feitt, hvat tít hava lyst,
tó mær tykir vandi,
at »málið« ikki fær innivist
í sínum egna landi.