Rím um allar teir Lutherisku prestarnar, sum hava verið í Norðstreymoy frá 1538 til nú

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 10, 1894.

Lag: Kongaríman.

Á fimtan hundrað otta og tretívu
her burt vóru lögd öll Pávaboð;
Lutheriska læran tann reina
í Norðstreymoy alt fyri eitt varð innförd,
av góðum prestum er okkum kunngjörd;
teir lærdu okkum vegin tann beina.

Um fyrsta prestín er sögnin so klár:
Petur Lýðarson, prædikaði hálvthundrað ár.
Í Kallbak teír hann mundu jarða,
ja ivaleyst röðir her sögan tað satt,
á Lýðarsonsskarði hann oman datt,
eina ferð hann úr Havn mundi fara.

Andras Heindrikson, næsti prestur var tá,
Í Mikjunesi veðurfastur hann lá
— á ferð fyri prestin í Vágum,
Ein Föroyskan sálm hann rimaði har,
um náttina sum fór, og dagin sum var
upprunnin fyrí stórum og smáum.

David Jenssen Færø, her var okkum hjá
trí og tretivu ár, sum sögn gongur frá.
— Her sigst ikki alt, ið eg eigi,
Mangar lögligar sögnir gingu um hann;
tó mettist hann til ein góðan mann.
Sekstan hundrað eitt og fjöruti hann doyði.

Peter Hanssen Lund, i otta ár tá
John Mikkelsen Færø, honum aftaná
í sekstan ár her mundi læra;
hann flutti prestasetri til Kirkjuteig.
Magister Gregers Warde, á deyðamanns leið
seytjan hundrað og fýra mátti fara.

Christoffer Müller, kom so at »probera«,
Capellán framman undan mundi leingi vera,
— Var landaprovst áruni tíggju.
Hann doyði seytjan hundrað tjúgu og eitt,
Var seytjan ár prestur, tað sigst so greitt,
tó veit eg ei, hvar hann mann liggja.

Anders Ottesen doyði eftir tvinni ár,
Andreas Dam tað tupulta var
— doyði seytjan hundrað sjey og tjúgu.
Oluf Hansen Wang, tann næsti var tá,
til hann komu Norðingar at sökja ráð
móti tröllum, teir sögdu har búðu.

Hans Wang kom tá til prest, og »vin«,
til Norðoyar fór fyri faðir sín,
tey trölluni burtur at reka.
Teir, faðir og sonur, vóru viðgitnir menn,
ja, doktarir goðir, so sigist enn,
so fátt mundi teimum breka.

Johan Henrik Colding, í áruni tvey.
Jørgen Landt, í otta, ella sjey,
— um Förjar mangt gott hevur skrivað.
Í tvinni ár Joachim Begtrup, her tá
ár átjanhundrað, fór heðani frá.
Í Havn skuldi hann tá liva.

I átjan hundrað og seks var tað,
Hans Lerbech flutti heðan av stað
— mangt vinar-bandið skjótt slitnar —.
Niels Lassen Holm sína tíð her var,
er jarðaður í Kvívíks kyrkjugarð,
sum marmorasteinurin vittnar.

So Frederik Christian Skow, har næst
sama árið sum konga-einiveldið brast,
til Fejö hann fór yvir aldu,
og Carl Wilhelm Prütz, til fimtí og fim,
tá var við at lætta tann toka, sum dimm
her landið og fólkið fyrr fjaldi.

Wenzel Hammershaimb, prestur í Kvívík sjey ár,
og próstur á Nesi hann seinri varð,
i Lyderslev hann so mundi landa.
Fyri oman alt umdömi stendur hann mær,
væl kendur av flestum Föringum var
og verður, meðan klettarnir standa.

Tólv ár var Lohmann prestur her,
og Theodor Sørensen tann næsti er,
gott umdömi báðum fylgjur.
Næst Hammershaimb fólkaligastur var
Harri Sørensen, tað tykir mær.
Títt frættist um hann yvir bylgju.

Atjanhundrað sjútí og otta afturat
tað Danska styrilsi okkum læt
Joachim Nielsen her senda;
hann prestur var her uppá triðja ár,
og Christian Hansen, á annað var,
sær so til Havnar mundi venda.

Í Norðslesvík føddist Iver Petersen Dall,
her fim ár prestur, dámdi mongum væl,
ei stóðu kyrkjurnar tómar.
Hann plantaði hyben, ribs, alpe-gullregn,
rön, alm og pil, innan garðar og hegn,
og mangt og hvat, sum blómar.

Nú skrivast átjanhundrað hálvfems og fýra,
enn mann ein prestur hesum kalli stýra,
Jørgen Carl Madsen at navni.
Til skapara mín, tað biðji eg her:
hann verji bæði prestar og fólkið, her er,
í sínum alt fjálgandi favni.

            Kvívík, tann 27. apríl 1894.