Jump to content

Á fólkafund

Frá Wikiheimild

Av Jóan Petur uppi í Trøð. (Til Fólkafundirnar í Føroyum) Føringatíðindi, nr. 12, 1895.

Lag: Eina ferð hendi tað Óla Hvass.

So harður er streymur í Føroya firði
við lúrandi stormi og tvörum byri,
so leikar í Føroyum;
tað skiftandi stríð
herðir ungdómin og ger sinnini frí
og lívlig í Føroyum.

Her fólkið samlast á fundum fegin,
her kenningar møtast, her nørist gleðin
hjá fólki í Føroyum;
og minnini góð
berast lættliga fram, gera sinnini fró
og lívlig í Føroyum.

Firðir og fjöll ei ferðini forða,
unglingar lættir um heiðarnar spora
til funda í Føroyum,
og bátarnir við
skera rennandi streym, føra fólkalið
til funda í Føroyum.

Hvör er á fundum so hjartans fegin
— av kinnum og eygum lýsir gleðin —
sum gentan í Føroyum?
ja, fólkið hon ger,
sum kundi tað fevnt ta víðu verð,
so fegið í Føroyum.

Hin gamli, sum fyrr var stirvin og tungur,
hann verður so lættur, sum hann var ungur,
á fundum í Føroyum.
Tað ungdómslív
ger abbar og ommur sum ungu vív
so lívlig í Føroyum.

Tí samlist nú hvör, sum samlast kann,
ung og gomul, kvinna og mann,
til funda í Føroyum.
Tað sagt er mær,
mangt hugnaligt ber hvör aftur við sær
av fundum í Føroyum.

Sjálvt barnið, sum styðjast við móðurlið,
førið tit tað á fundir við
at venjast í Føroyum
til fólkasið,
so lærir tað nakað so við og við
at virka í Føroyum.

Og teir, sum ikki ómakin spara,
men fúsir um fjöll og firðir fara
til funda í Føroyum,
teir fremja tað verk,
sum birtir ljós, ger evnini sterk
og lívlig í Føroyum.

Um einhvör er enn, sum á fund ei flytur,
men stirvin og stúrin heima situr
av monnum í Føroyum,
vit vóna tó tað,
at nú líður fram til kláran dag
hjá öllum í Føroyum.