Barndómsminni

Frá Wikiheimild

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1878.

So vakrar moyggjar og knappar menn,
sum kunnu teirra gerning gera,
væl finna kanst tú í Føroyum enn,
tí her er gaman at vera.
Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll
at siga søgur bæði um menn og trøll;
stuttligt er har,
tað tykist mær,
ið hvat so aðrir teir halda.

At reka seyð, tað so stuttligt er,
at kasta nót og halda snøri;
hvør lítil piltur so glaður fer
at stinga fliðu í fjøru;
Og tá ið piltur fer at fiska síl,
í fikku fær hann sær ein góðan drýl,
niðan í dal,
hann fara skal
at fáa agn fyri flundru.

Í øðrum londum teir gera mat,
sum rætt og slætt kann kallast evja;
“týskar klumpar” og “franska sós”
og mangt og hvat tey saman vevja.
Eg skerpikjøt og rikling vraki ei,
gev mær bara tvøst og spik og seið;
gásin væl gødd
og seyðarhøvd,
tað er tann kostur, sum mær dámar.

Keldur[rætta]