Vesturætt
Appearance
(Ávíst frá Úr øllum ættum koma vindar)
Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt millum 1879–1884.
Úr øllum ættum koma vindar,
tó ættin ein mær dámar best,
hon fór ímillum fjallatindar,
har sum eg havi vinfólk flest.
Kom, sveima, mjúki vestanvindur
út yvir akrar, gjøgnum skógv!
Tú svalir hjarta mítt eitt sindur,
tú minnir meg á bláan sjógv.
Tú bert mær heilsu yvir bylgju
úr Føroyum og frá fólki har;
góð ynski hevur tú í fylgi
frá teimum, sum væl unna mær.
Lat vesturætt ta skjútsond vera,
sum altíð meg kann minna á,
at Føroyum eg ei skomm skal gera,
men tær í æru halda má.
Keldur
[rætta]- Faroeartstamps. Vitjað tann 8. mars 2011.