Hvørjum man tykja vakurt hjá sær

Frá Wikiheimild

Av Fríðrikur Petersen.

1. Hvørjum man tykja vakurt hjá sær,
vakrast í Føroyum tykir mær.

Niðurlag:
Tað er so vakurt,
so vakurt í Føroyum at búgva.

2. Føroyar, mín móðir, víst ert tú fríð
í grønum stakki um summartíð.

3. Tá kvøld og morgun á vinahátt
blídliga heilsast um miðju nátt.

4. Og havið, troytt av at berjast við teg,
við tínar føtur hvílir seg.

5. Føroyar, mín móðir, víst ert tú prúð,
tá ið tú klæðist í vetrarskrúð.

6. Víst ert tú, móðir, føgur og fín,
klædd í hitt skínandi hvíta lín.

7. Tá glampar á himli stjørnulind,
norðlýsið blaktrar um fjallatind.

8. Uppal tíni børn sum móðir rætt,
lat tey ei bregða burtur úr ætt.

9. Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit!

10. Gev teimum tolgóða, sterka sál,
gev teimum Sverris vilja sum stál.

Kelda[rætta]