Avindsjúkur

Frá Wikiheimild

Av Hannes Hafstein.

Um nakar teskar við meg:
»Eg sá so fagurt fljóð
at neyvan hennara líki
er um heimin . . . . .«

— Tá kvøkki eg avstað!

Um hann mælur aftur á:
»Hon var val 18 ár —
so væn og yndislig . . . .«

— Tá berjist hjarta mítt!

Og leggur hann afturat:
»Hon unti mær væl . . . .«

— Tá knýtti eg nevarnar!
Og agrarnar i spenni!
Men: heldur hann so fram:
»Og hennara silkjuhár
var flættað aftur í nakka . . .«

— Tá hvørvur tungan mein,
sum meg í hjarta særdi!

   Tí:
Mín álfagra vinkona
forfjónar ikki seg!
Hon bakbindur ikki
sítt ríka, fagra hár . . .
Sum bylgjan blíð tað vaggar
um mjúkan háls og herðar -
og roðandi kinn.

Kelda[rætta]

  • Oyggjarnar, no. 2 1908.